Makrelkvotan 150 túsund tons í 2011

Fiskimálaráðið: Eftir enn eitt úrslitaleyst samráðingarumfar 9. – 11. mars 2011 um skipan av makrelfiskiskapinum fyri 2011 hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum, Jacob Vestergaard,  tikið avgerð um, at føroyska makrelkvotan fyri 2011 verður ásett til 150.000 tons. Hetta umfatar eisini ta kvotu, sum Føroyar lata Russlandi og Íslandi í sínámillum fiskiveiðiavtalum, og ta kvotu, sum verður sett av til kanningar av makreli í føroyskum sjógvi.

 

“Kvotan avspeglar, at Føroyar eru ein týðandi leikari, tá ið tað snýr seg um makrelfiskiskap, og at Føroyar hava eitt rættvíst krav til ein munandi part av hesum tilfeinginum”, sigur Jacob Vestergaard. 

Hóast fleiri samráðingarumfør í 2010, og enn eitt samráðingarumfar í 2011, er tað ikki eydnast strandarlondunum ES, Føroyum, Íslandi og Noreg at koma ásamt um eina skipan av makrelfiskiskapinum í Norðuratlantshavinum fyri 2011. Uttan eina semju áseta londini hvør sær sínar kvotur. ES, Noreg og Ísland fráboðaðu sínar makrelkvotur fyri 2011 longu í desember 2010. Sambært hesum fráboðanum er greitt, at samlaðu ásettu makrelkvoturnar fyri 2011, áðrenn Føroyar hava sett sær kvotu, eru væl omanfyri ta heildarkvotu á 646.000 tons, sum ICES tilmælir.

“Føroyar hava luttikið í samráðingunum við tí fyri eyga at fáa eina semju um skipan av fiskiskapinum eftir makreli í 2011. Føroyar eru einasti partur, sum hevur bíðað við at áseta sær kvotu til allar samráðingarleiðir vóru royndar, og tað harmar meg, at tað ikki er eydnast at koma ásamt um eitt býti. Eg má samstundis staðfesta, at hini strandarlondini ikki hava tikið til eftirtektar føroyska rættin til makrelin, tá tey hava ásett sær kvotur”, sigur Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin vísir á, at í 2010 fóru Føroyar sera hóvliga fram samanborið við hini strandarlondini. Føroyar hava síðani verið undir ákoyringum frá ES og Noreg. Noreg hevur sett landingarbann ímóti føroyskum makrellandingum, ES vinnan blokerar havnir fyri føroyskum skipum, og bæði ES og Noreg hava noktað at gera sínámillum fiskivinnuavtalu við Føroyar orsakað av ósemjuni um makrelin. “At tengja onnur fiskivinnumál saman við ósemjuni um makrelin er ikki gagnlig og loysir ikki málið”, sigur Jacob Vestergaard.  

Jacob Vestergaard vísir á, at tað er umráðandi, at øll strandarlondini ásanna, at makrelurin hevur broytt útbreiðsluøkið, og at grundarlagið, sum var undir gomlu strandarlandaavtaluni, ið var frá 1999-2009 er burtur. Føroyar eru mitt í útbreiðsluøkinum hjá makreli. Royndirnar vísa, at stórar nøgdir av makreli leita sær í føroyskan sjógv at finna sær føði um summarið, og at makrelurin stendur tættur. Eisini er greitt, at makrelur gýtur í føroyskum sjógvi. “Føroyar hava eitt rættvíst krav til makrelin í Norðuratlantshavinum, og Føroyar kunnu ikki seta seg afturá og lata sær lynda, at hesin rættur verður gjørdur til einkis av avgerðum hjá hinum strandarlondunum”, sigur Jacob Vestergaard, sum vísir á, at rætturin til at gagnnýta tilfeingið í havinum er avgerandi fyri Føroyar, sum búskaparliga er so bundið av fiskivinnuni. 

Landsstýrismaðurin leggur at enda dent á, at tað áliggur strandarlondunum at samstarva um at finna loysnir, soleiðis at makrelstovnurin verður burðardygt veiddur. “Hetta er ikki ein løtt uppgáva, men ein uppgáva, sum øll londini hava skyldu til at taka í stórum álvara”.

Kunngerð um skipan av makrelfiskiskapinum í føroyskum sjógvi í 2011 verður lýst skjótast gjørligt.







Upplatingartíðir

Skrivstovan 
mánadag-fríggjadag 
kl. 9.00-12.00 og 13.00-16.00

Telefon:+298 20 70 00

Fax        +298 47 56 10