
Norðhavnini í góðveðrinum í dag
Í morgun fór Christian í Grótinum, sum annars hevur ligið inni í Klaksvík, síðani hann kom, norður í Norðhavnina. Rogna anlæggið, sum hevur staðið á dekkinum, skal í land og nakað av pakningi v.m. sum skipið hevði heim við úr Noreg, skal eisini í land. Tað skulu nakrar broytingar gerast umborð á Christian í Grótinum áðrenn hann fer til fiskiskap, og eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fyrst í mai.
Norðborg, sum seinasta mánaðin hevur ligið í Norðhavnini og gjørt ymisk viðlíkahald, riggar nú til at fara á svartkjaftaveiðu, og ætlanin er at fara avstað í vikuskiftinum.