Um okkum

Reiðaríið bleiv stovnað í 1972 av Kristian Martin Rasmussen og pápanum Palla hjá Mariannu og svogrinum. Saman var tann fyrsti Christian í Grótinum kontraktaður á Skála Skipasmiðju, og varð liðugur í 1975.

Í 1984 yvirtók Kristian Martin allan partapeningin í felagnum, og í 1992 komu synirnir Jón, Eyðun og Bogi við í felagið sum eigara.

Núverðandi Christian í Grótinum bleiv bygdur í Chile og kom til Føroyar í marts 1998.

Í 2000 keypti felagið Norðborg frá Eiler og Sámal Jacobsen. Eitt ár seinni valdi felagið at keypa eitt frystiskip til at góðska vørurnar umborð. Gardar bleiv keyptur frá Inge Halstensen, fekk navnið Norðborg, og fór hon til fiskiskap í 2001.

At hava tvey skip av hvør sínum slag, hevur verið eitt skilagott val, og í juni 2006 valdi reiðaríið at kontrakta ein nýbygning í staðin fyri Norðborg. Hetta var eitt stórt tak at taka, og víð síni stødd er hetta stórsta og dýrasta fiskiskip í føroyska fiskiflotanum. Norðborg verður væntandi í Føroyum í septembur í ár.   

 







Upplatingartíðir

Skrivstovan 
mánadag-fríggjadag 
kl. 9.00-12.00 og 13.00-16.00

Telefon:+298 20 70 00

Fax        +298 47 56 10